SJÁLVHJÁLPARBÓLKAR FYRI AVVARÐANDI AT FÓLKI VIÐ SÁLARSJÚKU

 

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.

 

Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarðandi fáa møguleika at hitta onnur ið somu støðu, eitt frírúm, at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarðandi og á hendan hátt fáa orku, at halda áfram, sum tann stuðlandi “viðleikandi mótspælarin” hjá teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.

NÝGGJASTA TÍÐINDI

Áhugafelag teirra, íð hava sálarsjúku og avvarðandi teirra

ENDAMÁL FELAGSINS

Sinnisbati hevur sum endamál at bøta um korini hjá teimum sálarsjúku og virkar fyri tolsemi og betri fatan av menniskjum, sum eru sálarsjúk – herundir at veita upplýsing um sálarsjúku og viðgerðarmøguleikar, stuðla samstarvi millum avvarðandi at sálarsjúkum, stovnar, læknar & onnur umframt fyribyrgjandi tiltøkum, gransking & øðrum, ið virka sálarheilsufremjandi.

SAMBAND

Laðabrekka 1, Postsmoga 1184, 110 Tórshavn

Tlf.:

+298 59 7913

Teldupost:

sinnisbati@sinnisbati.fo

copyright © Sinnisbati 1982-2016